Um sang.fo

Heimasíðan SANG.FO er heildarsavnið av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum

Ætlandi verða allir borðbærir føroyskir sangir í almennari umferð við í savninum - um teir ikki verða steðgaðir av upphavsrætti   -   Sí niðast á hesi síðuni um, hvat er "borðbært" og hvat, ið er "í umferð"
Ætlanin er óansæð at skráseta allar sangir/løg í almennari umferð, ella í minsta lagi høvundar teirra - hvørt sangirnir/løgini so koma í savnið í heilum líki, ella bara við heiti sum manglandi, ella evt. bara við navni høvundans sum yvirskipað noktað atgongd til savnið   -   Sí niðast í Arbeiðsgongd v.v. kopirætti og sýtan av sangum/løgum

  • Tekstirnar skrivi eg inn - kopieri, um eg havi teir digitalt - og rættlesi
  • Teir tekstir, sum eg kenni lagið til, koma við tíðini eisini at hava akkordir inni í sangtekstinum
  • Nótarnar skrivi eg niður sum PDF og XML í originalari besifrings-útseting av mær
  • Løgini/melodiirnar innspæli eg sjálvur sum MIDI - flestu MIDI-fílurnar verða ætlandi innspældar, men einstakar verða konverteraðar frá nótum
  • Ætlandi fari eg eisini at skráseta ymiskt sum t.d. stev (Trokæ, Jambe v.m.), interval í melodi (c c g g a a g), melodiheiti og upprunaheiti á sangteksti o.s.fr.

Meiri um musik
Har, ið tað er viðkomandi, er ætlanin at hava varieraða harmonisering í nótunum, PDF og XML, t.v.s.

  • eina normala standardútseting
  • eina foreinklaða útgávu av standard (skravað til minimum) - tó bert har, ið tað er viðkomandi
  • eina útbygda útgávu av standard (í sama stíli) - tó bert har, ið tað er viðkomandi
  • omanfyrinevndu verða allar tríggjar í einari nótafílu
  • harumframt ein til fleiri alternativar harmoniseringsvariantar í einari nótafílu (tað mesta verður ólsk harmonisering, men eg taki fegin ímóti harmoniseringum frá evnagóðum kreativum spælarum)

Harmonisering av tekst-akkordum og MIDI-fílum 

  • Akkordirnar í sangtekstunum verða umleið normal standardútseting
  • Innspældu MIDI-fílurnar verða gott og væl standardútseting, og "kryddaðar" ad. lib., men liggja so tætt at akkordunum kortini, at tað kann brúkast saman
  • Helst verða alternativu harmoniseringsvariantarnir við tíðini eisini innspældir sum ein MIDI-fíla fyri allar variantarnar umframt standard MIDI-fíluna t.v.s. tvær MIDI-fílur pr. sang, har sum ein ella fleiri variantar eru

AKKORDYVIRLIT
Umframt tal-akkordir, ið stórt sæð geva seg sjálvar: 2 (add2 - og add9), 4 (add4), 5 (powerchord - reinur kvintur uttan tónakyn, dur ella mol) og 6 (add6), so verða hesar akkordir brúktar og skrivaðar soleiðis:

  • sus kann merkja bæði sus4 og sus2 (2sus4 merkir bæði), men um einki tal er viðmerkt, so er tað helst sus4
  • m er mol
  • M er Maj7 (M9 er Maj7 við 9 afturat)
  • Δ er eisini Maj7 (Δ9 er Maj7 við 9 afturat)
  • mM er mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
  • mΔ er eisini mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
  • dim er mol og forminskaður kvintur t.v.s. tveir lítlir tertsar - oftast verður tó spælt dim7
  • o er dim7 (vanliga dim-akkordin) t.v.s. tríggir lítlir tertsar (lítil 7 forminskaður er reelt 6)
  • ø er hálvforminskað dim7 ella m7b5 (um tú ikki veitst, hvat ið tað er, tak so bara ein vanligan dim)
  • + er sama sum aug ella #5 t.v.s. ein forstørraður kvintur í dur
  • - er sama sum b5 t.v.s. ein forminskaður kvintur í dur

Yvirskipað

  • Um ein ivast (og tað ikki stendur m fyri mol), so kann ein í flestu førum hjálpast við einari vanligari dur-akkord - og um tað ljóðar heilt skeivt (tí tað eigur at vera o ella ø), so leypir mann stillisliga ta akkordina um - ella spælir bara grundtónan í akkordini. Hann er so rættur óansæð
  • 6/9 verður noterað 6'9 ella 2'6, um hon verður brúkt í sangtekstinum
  • 7 (septimur) er altíð lítil 7, um tað ikki er viðmerkt M ella Δ - tá er tað stórur septimur
  • 9 er íroknað 7
  • 11 er íroknað 9 og 7
  • 13 er írokna 11 og 9 og 7

Eitt sindur eyka til pedantar og nørdar og forvitin fólk

  • Skrástrika / aftan á eina akkord merkir, at annar basstóni enn grundtónin er tilskrivaður t.d.   C   Fm/C  (C-dur skiftir til F-mol, men C-tónin verður liggjandi sum bassur) - ein slíkur alternativur bassur kann vera, men nýtist ikki at vera partur av aktuellu akkordini. Onkuntíð heldur akkordin fram, men basstónin skiftur t.d. C   C/H   Am   Am/G   F 
  • Um sami bassur verður liggjandi t.d. eitt heilt ella hálvt ørindi (í hvussu er fleiri akkordir), so kallast tað Orgulpunkt, og so hevur bassurin sum so einki forhold til akkordirnar annað enn, at hann verður spældur samstundis - hetta gevur spenning í musikkinum og verður nógv brúkt av organistum - dømi C   Dm/C   Cm   G/C   F/C   Fm6/C   C2   C
  • Tað eru aðrar akkordir enn hesar, ið ein kann møta í nótum, og onkrar verða skrivaðar nakað øðrvísi sum besifringar í nótum, men hesar eru akkordirnar, sum eg havi fingið programmørin at innarbeiða í sangtekstin á henda hátt, og tað nøktar væl og virðiliga tað, sum verður aktuelt her - annars klárar programmeringin eisini Dur dur mol min dim aug add maj Maj og m7b5, sum eg tó neyvan komi at skriva sjálvur - men nakrir sangir í savninum, sum onnur hava skrivað, hava onkrar av hesum akkordum
  • Kanska koma aðrar akkordir við í hetta yvirlitið eisini seinni. Tað verður tó ikki vegna aktuellan tørv, men heldur fyri at fáa yvirlitið so fullfíggjað sum gjørligt
  • Eisini er tað avmarkað, hvussu nógv, ið tað gevur meining at skriva av akkordum inn í sangtekstirnar her - um tað verður ov útførligt, so verður tað meiri órudd enn vegleiðing til spælaran
  • Eg gjørdi einaferð eitt fullfíggjað akkordyvirlit, sum umfataði allar teoretiskt og matematiskt møguligar akkordir/besifringar í tríklangum + meiri, fevnandi um tveir oktavar (+ evt. alternativar bassar) - tað bleiv eitt órudd, ið minti meiri um programmeringskotu enn um musikkteori, so eg fór frá tí aftur og gav tað ongantíð út. Eg fór aftur til trí- og fýraklangir og onkran hendinga fimmklang (ella meiri) + evt. alternativan basstóna - tað er ríkiligt til notering, og so kann tann dugnaligi spælarin krydda við undansløgum (forsløgum) og upploystum dissonantum ad. lib. harumframt - og tann, ið ikki dugir tað, kann lukkuliga gloyma tað og halda seg til, hvat "skrivað stendur"
  • Mann kann sjálvandi skriva eitt sindur meiri útførligt av besifringum í nótar - Finale er rættiliga takknemmiligt við heimagjørdum besifringum, men eg kenni ikki Dorico nóg væl tí viðvíkjandi enn - og hvat, ið riggar grafiskt og musikalskt av besifringum, sum verður eksporterað til XML, kenni eg heldur ikki nokk til enn - tað er tó væntandi meiri enn tað, sum gevur meining sum tekstakkordir inni í sangtekstum
  • Onkur av akkordunum í savninum ljóða musikalskt rætt soleiðis, sum tær eru skrivaðar, men niðurskrivingin er musikkteoretisk skeiv smb. funktiónsharmoniskari analysu. C/G er t.d. stundum teoretiskt ein G akkord sum "bíðitóni", dominant-kvartsekst-forudhold til tonika C, ikki ein C-dur akkord við G sum basstóna - men tað er so tað, sum mann skrivar og spælir t.v.s. C/G
  • Dur2 og mol2-akkordir eru í grundini eisini ofta undansløg (forsløg), har ið primurin kelar sekundin ávegis heim - nakrir av okkum organistum eru stórforbrúkarar av hesum, men hetta er ikki fremmant fyri jazz-pianistar heldur
  • At enda kann eg nevna, at vit rokna við trimum høvuðsakkordum í hvørjari tónaart: TDS, Tonika, Dominant og Subdominant, (speiskliga sagt "streingjakórútseting" ella "country-stílur"). í C verða tað so C, G og F - og D, fjóra akkordin, ið onkuntíð er neyðug, kallast har veksildominantur - vanliga er hon við septimi t.v.s. D7

Fýraraddað, Kórverk, Tónleikaverk o.a.

  • SANG.FO er fyrst og fremst ætlað til einraddaðan felagssang og solosang. Grundirnar til, at eg ikki taki fýraraddaðar partiturútgávur av t.d. sálmum við er fyrst og fremst vegna kopirætt hjá m.a. Vilhelm Hansen, harnæst tí at tað er rættiliga tíðarkrevjandi at skriva slíkt, og so eisini tí at eg standardiseri mín egna stíl við besifringum, sum kemur at stíljavna tilfarið á sangsavninum fyri eftirtíðina - og gera tað meiri nýtsluvinaligt til samanspæl við m.a. gittara og klaveri
  • Í avmarkaðan mun koma tó kórútsetingar við, ið eru skrivaðar sum slíkar og ikki egna seg at tynna til einraddaðan sang - m.a. Ave Verum Corpus hjá W.A. Mozart í føroyskari týðing hjá undirritaða: Heilur, sannur, Gud í hold er blivin føddur higar av Mariu moy - men sangir, ið annars eisini eru útsettir til kór, koma bara við sum sangir
  • Tónleikaverk verða ætlandi ikki partur av savninum, tí talan er um eitt sangsavn
  • Annars vísi eg til Kórsamband Føroya, KOR.FO og til Felagið Føroysk Tónaskøld, COMPOSERS.FO v.v. partiturtónleiki - meginparturin av slíkum tilfari er vart av upphavsrætti, og hevði tískil ikki kunna verið lagt út her óansæð

NÓTABÓKAYVIRLIT
Sangirnir koma at vera skrásettir við stórt sæð øllum nótabókatilvísingum, sum sangirnir hava, har ið eg havi funnið teir í sangbókum o.a., men eg kenni ikki allar hesar nótabøkur og vanligu brúkararnir av hesi síðuni kenna tær heldur ikki, so eg fari ikki at gera nakað stórarbeiði av at finna fram til, hvat allar styttingar av nótabókum merkja. Eg fari tó at standardisera nøvn á nótabókum og styttingar av teimum, og tær vanligu bøkurnar, sum fólk flest kunnu hugsast at kenna, verða nevndar her:  (hetta verður útbygt so líðandi - eg byrji við nøkrum representativum)

  • DDK - Den Danske Koralbog
  • HT - Heimalandstónar
  • LTM - Løg til Missiónssangbókina (Jónheðin H. Tróndheim)
  • LTH - Løg til Heimamissiónssangbókina
  • SFF - Løg til Songbók Føroya Fólks (Zacharias Sørensen)
  • L&L - Ljómur og Lag (Jens Guttesen)
  • NS15 - Nótabókin til Nýggju Sangbók Guds Fólks 2015 (Óli Nicodemussen)
  • NÓU - Nótabókin til Uppískoyti til Sálmabókina (Jens Mortan Mortensen)
  • RS - Redemtions Songs
  • SFK - Nótabókin til Sálmabók Føroya Kirkju (gráa bók)
  • SYNG - Nótabókin til Skúlasangbókina (Zacharias Sørensen)

NB: At ein sangur er skrásettur við eini nótabókatilvísing, merkir ikki neyðturviliga, at nótarnir, ið eg havi lagt út til sangin, svara til hetta lagið - ofta er víst til fleiri løg í tilvísingunum og eg eftirkanni ikki allar tilvísingar - ein tilvísing undir einum sangi merkir ikki annað, enn at sangurin er skrásettur í vanligum sangbókum við hesi tilvísing. Har, sum eg leggi fleiri løg í nótum út til hvør sína útgávu av einum sangi (t.d. eitt lag hjá Jens Guttesen og eitt hjá Øssur Berghamar), har koma allar tilvísingarnar at vera undir báðum útgávunum av sanginum t.d. HT og L&L og NS15

Arbeiðsleisturin fyri SANG.FO komandi árini

SANG.FO verður komandi árini í minsta lagi eitt ítriv av fleiri og í mesta lagi høvuðsstarvið hjá mær - tað málið er als ikki torgreitt - tað er bara ein spurningur um pengar og einki annað (evnir og hug havi eg ivaleyst av)

Eg ætli mær óansæð at putlast við hetta so leingi, sum eg havi lív og heilsu, so tað, ið er komið út á heimasíðuna, kann væntast at verða liggjandi fyri eftirtíðina - hetta kemur at vaksa spakuliga og áhaldandi 

  • Um SANG.FO skal gerast so væl og gjøgnumført, sum eg ætli, so er talan um nógv ársverk og nógvar túsundtals tímar komandi árini - arbeiðið er tó ikki størri enn so, at eg klári tað væl einsamallur, um eg kann arbeiða mest sum burturav við hesum - kann eg ikki tað, so verða tað nakrir 100 tímar komandi árini sum hjástarv ella ítriv og so fáa vit at síggja, hvar ið vit enda - mann hevur onnur ítriv eisini m.a. aðrar heimasíður.
  • Ein leystlig meting hjá mær er, at tað skulu leggjast 15-20 ársverk í hetta savnið, fyri at fáa tað so umfatandi og gjøgnumført, sum eg ynski, at tað skal vera 
  • Tað er tó nóg mikið við 10 ársverkum fyri at fáa eitt savn, sum eg eri nøgdur við, men tá er tað avmarkað til "normalútgávur" av kendastu sangbókunum við stórari útbreiðslu og "normalharmonisering" av vanligastu løgunum til teir sangirnar
  • Minni enn 5 ársverk koma helst við tíðini at megna so mikið av sangum kortini, at heimasíðan kann kallast ein heildarútgáva av føroyska sangskattinum í almennari umferð - men musikkparturin t.v.s. løgini, nótar og MIDI, fer ikki at vera nøktandi

BRÚKSRÆTTINDI
SANG.FO er ókeypis at brúka til egna nýtslu, og tað er loyvt at kopiera tilfar av síðuni til egna nýtslu og ókeypis tiltøk sum t.d. gudstænastur og felagssang o.tl. - men ikki er loyvt at endurútgeva tilfarið í prenti ella digitalt uttan skrivligt loyvi frá teimum, ið eiga rættindini. Eg gevi heldur ikki loyvi at brúka tilfarið til konsertir og aðrar líknandi framførslur ella sangupptøkur - tað mugu tit tosa við rættindahavararnar um

FJØLRIT - Sí: https://www.sang.fo/ritardandu/

Óli Nicodemussen


 Borðbærir sangir eru at skilja sum

  1. Veitslusangir skulu hava ein málburð, sum fólk flest halda vera sømiligan at syngja í einum veitslulag - erotikkur og rúsdrekka eru ikki tabu í sær sjálvum, men sangirnir skulu ikki vera fúlir, blasfemiskir, fullir av illbønum ella lovprísa siðloysi og drykkjuskapi
  2. Religiøsir sangir skulu (fyrst og fremst kristologiskt) vera sambæriligir við kirkjufundirnar í Nicea 325 og Kalsedon 451 - tað merkir á vanligum føroyskum, at teir sangir/sálmar, sum Fólkakirkjan ella Brøðrasamkoman loyva - ella kunnu loyva - í eina sangbók, eru í lagi - og flestu sangirnir, ið karismatisku samkomurnar søguliga hava brúkt, eru eisini í lagi, men sangir ið týðiliga avnokta tríeindina ella guddómleika Jesusar, eru ikki vælkomnir her, heldur ikki dýrkan av Mariu moy ella fremmandum gudum - men fjølbroyttar kristiligar áskoðanir um dóp, endurføðing, útveljing, náðigávur o.l. eru vælkomnar her, so leingi, ið rættvísgeringin er av náði við trúgv!
    Einstakir sangir/sálmar, sum ikki lúka hesi teologisku kriteriu (Nicea/Kalsedon) - harundir tangera til docetismu og kanska gott og væl tað (Jesus sum "mannalíki" ella "klæddur í hold") - havi eg kortini tikið við, tí at teir vóru komnir í Sálmabókina ella Sangbók Guds fólks, og tískil hava hevd sum partur av kristiliga sangskattinum hjá fólkakirkjuni og brøðrasamkomuni - og hevdvunnir føroyskir sálmar, sum æra Mariu moy, koma undir somu katagori - tað er kortini ikki "mariudýrkan" sum so
  3. Ivamál? Um eg ivist í, hvørt ein sangur er "borðbærur" eftir omanfyristandandi krøvum, so vil ivin yvirskipað koma sanginum til góða - men eg noyðist at hava eina rímiliga gátt fyri, hvat ið kemur við, um eg skal kunna liva við tí, ið eg geri. Sum eitt vegleiðandi kriterium, so taki eg sangir við, ið eru, hava verið, ella væntandi høvdu sloppið í vanligar sang- og sálmabøkur í Føroyum, tí teir verða mettir at verða nøktandi innihaldsliga og málsliga - tað, sum ikki er ella verður útgivið í redigeraðum bókum, men sum kortini verður sungið í veitslulag og til kristiligar fundir, má eg so royna at meta um sjálvur sum frægast innihaldsliga og málsliga

Í umferð er at skilja sum tilfar, ið er útgivið á prenti í bókum og heftum, ið hava eina breiða útbreiðslu - um ein sangur bara er útgivin á fløgu o.l. ella einum musikkpalli t.d. Spotify ella YouTube, so er ikki vist, at hann kemur við - onkur teirra kemur helst kortini, men tað verður ikki konsekvent!