Stuðlar

Hesi hava stuðlað SANG.FO frá 2024 til og við 2027

(frá og við 2028 verða teir stuðlar nevndir, ið hava stuðla "í ár og/ella í fjør")

Hetta verður skift um við ein LOGO-vegg áðrenn árslok 2026!
NB: Nøkur búmerki eru miðalhampa skíggjaavrit í verandi støðu,
men tey verða í dygdarútgávu á komandi LOGO-vegginum
NB: Privatir stuðlar eru ónevndir, um eg ikki fái boð um annað

HIddenfjord búmerki

 

Mentanargrunnur Landsins

 

 

Skopunar Kommuna


Fíggjarstøðan

  • SANG.FO hevur nóg mikið av pengum til rakstur komandi árini!
  • SANG.FO hevur tó ongan fastan stuðul enn, so eg evalueri
    leypandi,
    hvussu nógva tíð, ið eg kann seta av til arbeiðið…

  • Árligur rakstur t.v.s. hýsing, ársgjøld/tænastugjøld, viðlíkahald, telduforrit og útgerð er nakrar túsund krónur - umframt evt. umbyggingar og arbeiðsløn
  • Gerst tað neyðugt, kann raksturin skravast niður til "yvirliving", og eg gjaldi tað sjálvur, um SANG.FO fer ígjøgnum nøkur fíggjarlig oyðimarkarár 
  • Tað er tó ein fyritreyt fyri framhaldandi rakstri, at eg og Fjølrit áhaldandi eru samd um treytirnar fyri almennari atgongd til SANG.FO

Arbeiðsætlan og -møguleikar framyvir

  1. Tað optimala er, um eg kann arbeiða við SANG.FO sum høvuðsstarvi fyri rest!
    Um eg eri miðal til mergjar við lívi og heilsu, so klári eg við hesi fyritreyt at gera eitt heildarsavn av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum, ið er so fullfíggjað, sum tað kann blíva - bæði við tekstum, nótum og musikkfílum (PDF, XML og MIDI)
  2. Um eg í øðrum lagi kann arbeiða við hesum sum løntum hjástarvi í nøkur ár, so verður hetta so frægt tilsamans, at eg kann handa eitt brúkiligt hálvfabrikat til onkran annan at arbeiða víðari við, táið eg felli frá fyri aldur
  3. Um eg í triðja lagi bert kann arbeiða við hesum sum óløntum ítrivi komandi árini, so geri eg tað eftir hugi og tíð - og so verður úrslitið hareftir

Óansæð hvat og hvussu, so fyrihaldi eg meg til galdandi fíggjarliga veruleika framyvir leypandi og áhaldandi og virki í samsvari við hann - hvat so í roynd og veru loksins verður fullgjørt, hálvgjørt ella ógjørt

STUÐLA SANG.FO?

Kontunummar hjá SANG.FO, um onkur fyritøka, grunnur, felagsskapur o.a. hevur hug at stuðla verkætlanini hendingaferð ella regluliga, er: 9181 0005736546

NB: Higartil er allur stuðul til SANG.FO farin til programmering og rakstur - eg havi ikki goldið mær sjálvum nakað út til løn enn.

Óli Nicodemussen