• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7595 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ver kvirr, mín sál, tí Harrin

1. Ver kvirr, mín sál, tí Harrin hjá tær stendur;
ber tolin krossin, ið tær givin er.
Minst til, at Guð hvønn dag tær uppiheldur,
í øllum lutum trúfesti tær ber.
Ver kvirr, mín sál, tær halda Harrans hendur
ígjøgnum tornir heim á himmalsferð.

2. Ver kvirr, mín sál, tí Harrin vil teg leiða
ígjøgnum framtíð sum í tíð, ið var;
tí vón og álit, alt tað skalt tú eiga,
tað dulda hann ein dag vil vísa tær.
Ver kvirr, mín sál, um ódn og aldur feiga,
tí Harrans rødd tað illa niður slær.

3. Ver kvirr, mín sál, tá vinir frá tær fara
og dimmast løtur, fella sorgartár,
hann hjartans kærleika tá vil teg læra,
at eftir vetur kemur altíð vár.
Ver kvirr, mín sál, tí Jesus skal teg varða,
hann fyllir teg og grøðir tíni sár.

4. Ver kvirr, mín sál, skjótt koma skal hin dagur,
tá tú í ævir stendur Guði hjá;
tá sorg og ótti, vónloysi ei ræður,
øll stúran gloymd, tí alt er gleði tá.
Ver kvirr, mín sál, tí frelsarin so frægur
til fulnar ger, tú einki eigur á.

-------
Heiti: Be still, my soul
The Lord is on my side 

            
Orð: Katharina Amalia Dorothea von Schlegel
Týtt: Hilmar Jan Hansen
Lag: Jean Sibelius (Finlandia)




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)