1. Vælsigna tú dag yvir fjørðin.
Vælsigna tú ljós yvir strond.
Vælsigna hitt æviga orðið
um vón og útrætta hond.
Varða tað lítla, tú veitti
tann dagin, tú leiddi oss her;
so í armóð og stríði vit kenna,
at tú altíð hjá okkum er.
2. Vit livdu við húgvu í hondum,
men høvdu so sterka trú;
og vit hava sanna av sonnum,
at harðfør vit eru sum tú.
Vit hava teir svárastu verkir,
vit strevast, men halda á enn
mót ljósi og adventstíðum
langt burtur frá Betlehem.
3. Guds frið yvir fjallið og hagan -
lat tað grógva, har vit reistu bú.
Guds frið yvir fenað á bási
og ta frostbitnu jørðina nú.
Tú sært oss í vetranna myrkri.
Tín signing er okkum so dýr.
Hon varðveiti húsini, fjøllini, sjógvin
og fólkið her býr
Orð: Trygve Hoff
Týtt: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Trygve Hoff
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir