• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7595 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Meg droymdi um átjan svanir í nátt

1. Meg droymdi um átjan svanir í nátt
og hartil eitt sindur um teg,
tú bað meg um átjan kossar í nátt,
og tær sýta ei vildi eg.
Syng stillan, syng kyrran,
so sigur mær kvirran,
at hevði eg vakna,
ja, so varð einki droymt,
og vit høvdu hvørt annað gloymt.

2. Eg sá teg úr glugga mínum í gjár,
min vinur, tú sást ikki meg,
tú gekst framvið mínum glugga í gjár,
og so gekst tú ein annan veg.
Syng stillan, syng kyrran,
so sigur mær kvirran,
at læt eg upp gluggan,
áðrenn tú fór avstað,
so vit høvdu hvørt annað sæð.

3. Tað regnar í minum dreymi í dag,
eg gevi tær mítt paraplý,
mín væna vina, hvar fert tú í dag,
tað gránar hátt ímillum ský.
Syng kyrran, syng stillan,
sig, hevði tú vilja,
at eg fór avstað,
ja, eg veit ikki hvar,
og tú eftir í regni var.

-------------------------------
Heiti: Visen om de atten svaner
Lag: Benny Andersson and Björn Ulvaeus
Orð: Cornelis Vreeswijk
Týtt: Edmund Williamson 30. mars 2020

            
Orð: Cornelis Vreeswijk
Týtt: Edmund Williamson
Lag: Benny Andersson og Björn Ulvaeus




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)