• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7591 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Blóðtváddur pílagrímur

1. Blóðtváddur pílagrímur
av náði burt hans synd.
Á Kongsins landavegi
hans andlit blídlig mynd.
Freistingar rundan um hann,
og hóast gøtan brøtt,
hann segði: "Okið tyngir ei, og byrðin hon er løtt."

:,: Sigurspálmar, heiðurskrúnu
Sigurspálmar, eg bera skal. :,:

2. Í ovninum eg sá hann,
ei ótta, iva bar.
Í eldinum við hansar' lið
Guds Sonur sjálvur var.
Freistarin kyndi sjey ferð,
tað hevði onnur møtt.
Hann sang, at okið tyngir ei, og byrðin er so løtt.

3. Í stormi, toku, roynslu,
í fongsli, glóðum á
hann dansaði av gleði,
og altíð Jesus sá.
At Gud hann metti verdan,
tað tóktist honum søtt.
Hann læði: "Okið tyngir ei, og byrðin er so løtt."

4. Eg sá hann vinna sigrar 
í lívsins harða stríð',
til hann gekk inn um portrið,
har ævin er so blíð.
So krúnu, trónu, stav, ja Navn
og klettur øll so røtt.
Hann upplivdi í Jesusi sítt ok og byrði løtt.

            
Orð: Russell Kelso Carter
Týtt: Óli Breckmann
Lag: Russell Kelso Carter ?




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Blóðtváddur pílagrímur
  • Vælsigna tú dag yvir fjørðin
  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)