• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7595 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Besta bók av bókum her ***

         F 
1. Besta bók av bókum her
     Bb           F
Bíblian hjá mammu er,
C/E      F      Dm        G               Gm  C                    
merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað.
       F        
Men so klárt er fyri mær,
       Bb             F
tá hon tók meg inn at sær,
C/E   F     Dm       Gm     C       F 
setti meg í fangið – og til Gud hon bað.
     
      C  C7     F   /A
Gamla bók, dýra bók,
A       Bb     Dm/A G7           Csus C7
gjøgnum teg eg Jesu kærleik havi sæð,
        F             F7
meir og meir eg elski teg,
       Bb           F
sum eg ferðist á tí veg,
C/E     F    Dm       G7    C7     F
ið skal føra heim til Zions nýggja stað.

2. Sum í gjár eg minnist enn,
hon fortaldi um Guds menn,
Ábraham og Jósef, Dániel í neyð.
Dávid, hirðadrongur var,
gjørdist kongur, krúnu bar.
Og at Jesus frelsir meg frá synd og deyð.

3. Hon fortaldi fyri mær,
hvussu Jesus Kristus var,
komin her at ganga krossins tunga veg.
Tá eg krossfestan sá hann,
og mær tár á kinni rann,
kysti hon meg, segði, alt var fyri meg.

4. Nú í Himli mamma býr,
men tann bókin er mær dýr,
sum í sorg og gleði henni var so kær.
Hon gav kraft í neyðarstund,
hon helt inn í deyðans blund,
og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær.

NS15	1404	RS 716. MA 103. LM. 135.

            
Orð: M.B. Williams
Týtt: Petur W. Háberg - Óli Nicodemussen týddi ør. 2 úr svenskum
Lag: Charles D. Tillman
Bókað: 2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks   Test í Bókað  




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)