• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7593 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Vit prísa tær, Gud, sum skapti - 4 (1)

2676%280 Vit prísa tær, Gud, sum skapti +B–f.

Vit prísa tær, Gud, sum skapti
alheimin, land og hav.
Takk fyri lívsins gávur
– við orðinum, tú gav.
Øll náttúran vitnar,
ja, himmallikam mong,
bjørg og brim og bylgjur
tær bera fagnaðarsong.
2. Vit prísa tær, Gud, sum frelsir
ta ætt, sum fallin var.
Sonur tín kom av Himli,
og vára straff hann bar.
Hann gav sítt blóð á krossi
og synd út strikaði,
Jesus, vár loysnari dýri
og øll vár rættvísi.
3. Vit prísa tær, konga Kongi.
Tú vanst á deyðans nátt.
Vit nú av Himli teg vænta,
títt fólk tú heintar brátt.
Harri, tú ert um ævir,
seg boyggja skal hvørt knæ,
skjótt skulu heima vit vera
– tær prísa loyst og glað.

*Andrew Berghamar, f. 1970.
{Lag: Andrew Berghamar}.

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)