• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7595 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni - 4

1415%1090 Skjótt kemur Harrin +Hjt. 201. M.T.Å.S. 36. Evangelietoner 307. H.S. 187. E.H. 174. As–as.

1090. Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni;
í hvørjum partinum verður tú tá?
Hevur tú bjargað tær sálini tíni?
Tað er tann spurni, sum alt liggur á.
Sálirnar trúleysar vrakaðar verða,
sjálvrættvís eiga ei frelsu tann dag,
tey, sum ei skomm hans á fold vildu bera,
viðkennist hann ikki – gloym tó ei tað!
2. Skjótt kemur Harrin, og tá skal hann fagna
teimum, sum kendust við navn hans á fold;
tey, sum í trúgv eru sovnað, tá vakna,
øll Harrans egnu, sum løgdust í mold.
Syndari, ikki er tíð nú at sova!
Bjarga nú sálini, meðan tú kann,
so tú við Guds børnum honum kanst lova,
við teim í skýggini fara til hann!
3. Skjótt kemur Harrin; tá endað er neyðin
hjá teimum, sum hava trúð á hann her,
stríðið er vunnið og sigraður deyðin;
dýrdlig og sæl er Guds fólki tann ferð.
Eina ferð enn: Hoyr, tín sál er í váða!
Kanska er seinasta kallið í dag;
skunda tær, nú tú kanst frelsuna fáa,
Jesusi trúgv, og tín sál verður glað!

*Ókent sálmaskald.
{Lag: Carl Michael Bellman (Svør.), 1740–1795}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)