• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7589 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Nú dagurin at enda er, og náttin komin - 1

1. Nú dagurin at enda er,
og náttin komin nær,
algóði Gud og Faðir ver
hjá mínum og hjá mær.

2. Vælsigna tey, mær standa nær,
vælsigna henda stað.
Hjálp okkum til at fylgja tær
við trúgvum sinnalag.

3. Eg ofta veikan kenni meg.
Men, Himmalfaðir mín:
Styrk tú meg, á, tað biði eg,
og halt meg nær til tín.

4. Tú syndarar av svøvni vek,
til tín hvørt hjarta drag.
Tey veiku styrk, tey sjúku lek,
ger sorgarbundin glað.

5. Í Jesu navni sigi eg
tær tøkk, Gud Faðir mín,
at tú av náði leiddi meg
á rætta leið til tín.

6. Og tøkk, at tú meg hevur vart
frá váða og frá neyð.
Tøkk fyri himmalljósið bjart,
tøkk fyri dagligt breyð!

NS15	1458	SFK 239. DK 110. Sov blítt og søtt 60.	

            
Orð: Djóni Isaksen
Lag: Rudolph Bay




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Tað sum tú gert ímóti mínum smá / Av ávøkstri træið kennist
  • Tríeindarbøn / Ljós er Faðirin!
  • So tíðum eg hoyri / nøgdsemi er dýrt
  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)