• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar
  • Ritardandu

Sangsavnið

Leita
7592 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Langt burt frá øðrum londum – 3

Langt burt frá øðrum londum –
og báran gongur brøtt –
ein oyggjaflokkur samlaður man finnast;
har kanst tú síggja líðir, har kanst tú síggja fløtt, og grasið grør frá egg til dalin innast;
og fjøllini tey reisa seg ímóti himli høgt,
ei annað eygað skoðar, er tað enn bjart og gløgt, enn hav og himmal – landið tað er Føroyar.
2. Um tú vilt geva gætur, vilt tú verða varur við mangt gott og vakurt millum fjals og fjøru;
tær oyggjar rætt sum systrar, ja, allar lið um lið, so vinarliga líta hvør mót øðru.
Har kanst tú finna hvítan sand og bratta meitilberg,
hvar lomvigi og lundi geva fólki hold og merg, tí djarva fólk’, sum hevur heim í Føroyum.
3. Vit, sum í Føroyum fingu dagsins ljós at sjá, sum børn við móðurbarm har mundu hvíla,
vit vilja, meðan vit eru hesum foldum á,
tær oyggjar elska bæði nú og síðla.
Tí, sig mær, kanst tú finna so hugnaligt eitt orð, um tú tín tanka vendir í sunnan og í norð,
sum føðiland, og okkum er tað Føroyar.
4. Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv,
ber altíð títt føðiland í minni;
tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur stelkurin hin stinni.
Bið gott yvir fólkið av fornari ætt,
sum Gud hevur givið so dýran ein skatt: at liva við friði í Føroyum!
Gulak Jacobsen.
Lag: Lth. 147. D-mol, a.

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Leiðin liggur hinumegin fjørðin / Tað ljóðar heimligt
  • Eitt hav, sum rurar seg í blund nú
  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)