Eg legði alt á Jesus, ogn og mál,
allar mínar syndir, lív og sál,
trúareygað sá hans deyðakor.
»Fyri teg eg doyði«, er hans orð; mær frá hjarta byrðan burtur svann, frið eg fann.
2. Eg leggi alt á Jesus; lættlig’ hann tyngstu sorg til gleði venda kann, brosið hans tað gyllir tár so mong, oyðin hagi verður blómuong,
og eg vinni – gevur hann mær mátt – treyst fullgott.
3. Eg leggi alt á Jesus, nátt og dag styrkir hann mær trúar hjartalag, vónin kastar akker í hans favn,
leitar har sær trygga hjartahavn; hvar hann er, tú kærleikshimin sært
lýsa bjart.
4. O, legg tó alt á Jesus, troytta sál,
tel tú honum sorgar tunga mál;
hann sum Gud man ráða hvørji verð, lívs og deyða Jesus Harri er, bjargandi hans armur bregður sær móti tær!
E. H. Willis. Andreas C. Evensen.
Lag: LM. 70. F-dur, c.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir