1447%At vera tín, áh, Jesus +Melodiboken (2004) 139. C–e.
Å VÆRE DIN, O JESUS.
At vera tín, áh, Jesus, hvat er størri?
Er kongsins skreyt? Er heimsins gylta lín?
At spyrja slíkt ei neyðugt er, áh, Harri,
tí størst av øllum er at vera tín.
Niðurlag: At vera tín, áh, Jesus, tað er lívið,
at vera tín er eydna dýrabar,
í blóðinum eg ævigt vardur blívi,
tí frelsulind tú opnað hevur mær.
2. At vera tín, tá skuggar gerast langir
og deyðans nátt í stillum kemur nær.
Tú ert mær hjá, um óttin hjartað treingir,
í sorgardimminum tú barn títt sær.
3. At vera tín í dýrdini um ævir –
ein sæla, sum á fold ei fatast kann,
tá tóna skal hin nýggi songur fagur
um frelsuna ta dýru, tú mær vann.
4. Nei, einki, einki eigur henda verðin,
ið veita kann mær slíkan frið sum tín.
Tú ert mín troyst, tá her meg tyngir ferðin.
Áh, kæri Jesus – takk, at tú ert mín.
*Thorleif Holm Glad (Noreg), 1902–1965.
{Lag: Thorleif Holm Glad}.
(Ókendur týðari).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir