Um sang.fo

Heimasíðan SANG.FO er heildarsavnið av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum

Ætlandi verða allir borðbærir føroyskir sangir í almennari umferð við í savninum - um teir ikki verða steðgaðir av upphavsrætti   -   Sí niðast á hesi síðuni um, hvat er "borðbært" og hvat, ið er "í umferð"
Ætlanin er óansæð at skráseta allar sangir/løg í almennari umferð, ella í minsta lagi høvundar teirra - hvørt sangirnir/løgini so koma í savnið í heilum líki, ella bara við heiti sum manglandi, ella evt. bara við navni høvundans sum yvirskipað noktað atgongd til savnið   -   Sí niðast í Arbeiðsgongd v.v. kopirætti og sýtan av sangum/løgum

  • Tekstirnar skrivi eg inn - kopieri, um eg havi teir digitalt - og rættlesi
  • Teir tekstir, sum eg kenni lagið til, koma við tíðini eisini at hava akkordir inni í sangtekstinum
  • Nótarnar skrivi eg niður sum XML og PDF í originalari besifrings-útseting av mær
  • Løgini/melodiirnar innspæli eg sjálvur sum MIDI

XML bíðar tó fyri fyrst - og systematisk ger av PDF og MIDI bíðar eftir útbyggingini við XML
XML kemur seinni, tá/um fíggjarstøðan hjá SANG.FO loyvir tí.
Ein ætlað fyrri útbygging fer eisini umframt aðrar førleikar at gera tað gjørligt at síggja, áðrenn ein trýstir á ein sangtekst, um teksturin hevur akkordir eisini

EYKA - táið heimasíðan er útbygd við m.a. XML
Har, ið tað er viðkomandi, er ætlanin at hava varieraða harmonisering í nótunum (XML og PDF) t.v.s.

  • eina normala standardútseting
  • eina foreinklaða útgávu av standard (skravað til minimum) - tó bert har, ið tað er viðkomandi
  • eina útbygda útgávu av standard (í sama stíli) - tó bert har, ið tað er viðkomandi
  • omanfyrinevndu verða allar tríggjar í einari nótafílu
  • harumframt ein til fleiri alternativar harmoniseringsvariantar í einari nótafílu (tað mesta verður ólsk harmonisering, men eg taki fegin ímóti harmoniseringum frá evnagóðum kreativum spælarum)

Harmonisering av tekst-akkordum og MIDI-fílum 

  • Akkordirnar í sangtekstunum verða umleið normal standardútseting
  • Innspældu MIDI-fílurnar verða gott og væl standardútseting, og "kryddaðar" ad. lib., men liggja so tætt at akkordunum kortini, at tað kann brúkast saman
  • Helst verða alternativu harmoniseringsvariantarnir við tíðini eisini innspældir sum ein MIDI-fíla fyri allar variantarnar umframt standard MIDI-fíluna t.v.s. tvær MIDI-fílur pr. sang, har sum ein ella fleiri variantar eru

AKKORDYVIRLIT
Umframt tal-akkordir, ið stórt sæð geva seg sjálvar: 2 (add2), 4 (add4), 5 (powerchord - reinur kvintur uttan tónakyn, dur ella mol) og 6 (add6), so verða hesar akkordir brúktar og skrivaðar soleiðis:

  • sus kann merkja bæði sus4 og sus2 (2sus4 merkir bæði), men um einki tal er viðmerkt, so er tað helst sus4
  • m er mol
  • M er Maj7 (M9 er Maj7 við 9 afturat)
  • Δ er eisini Maj7 (Δ9 er Maj7 við 9 afturat)
  • mM er mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
  • mΔ er eisini mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
  • dim er mol og forminskaður kvintur t.v.s. tveir lítlir tertsar - oftast verður tó spælt dim7
  • o er dim7 (vanliga dim-akkordin) t.v.s. tríggir lítlir tertsar (lítil 7 forminskaður er reelt 6)
  • ø er hálvforminskað dim7 ella m7b5 (um tú ikki veitst, hvat ið tað er, tak so bara ein vanligan dim)
  • + er sama sum aug ella #5 t.v.s. ein forstørraður kvintur í dur
  • - er sama sum b5 t.v.s. ein forminskaður kvintur í dur

Yvirskipað

  • Um ein ivast (og tað ikki stendur m fyri mol), so kann ein í flestu førum hjálpast við einari vanligari dur-akkord - og um tað ljóðar heilt skeivt (tí tað eigur at vera o ella ø), so leypir mann stillisliga ta akkordina um - ella spælir bara grundtónan í akkordini. Hann er so rættur óansæð
  • 6/9 verður noterað 6'9 ella 2'6, um hon verður brúkt í sangtekstinum
  • 7 (septimur) er altíð lítil 7, um tað ikki er viðmerkt M ella Δ - tá er tað stórur septimur
  • 9 er íroknað 7
  • 11 er íroknað 9 og 7
  • 13 er írokna 11 og 9 og 7

Eitt sindur eyka til pedantar og nørdar og forvitin fólk

  • Skrástrika / aftan á eina akkord merkir, at annar basstóni enn grundtónin er tilskrivaður t.d.   C   Fm/C  (C-dur skiftir til F-mol, men C-tónin verður liggjandi sum bassur) - ein slíkur alternativur bassur kann vera, men nýtist ikki at vera partur av aktuellu akkordini. Onkuntíð heldur akkordin fram, men basstónin skiftur t.d. C   C/H   Am   Am/G   F 
  • Um sami bassur verður liggjandi t.d. eitt heilt ella hálvt ørindi (í hvussu er fleiri akkordir), so kallast tað Orgulpunkt, og so hevur bassurin sum so einki forhold til akkordirnar annað enn, at hann verður spældur samstundis - hetta gevur spenning í musikkinum og verður nógv brúkt av organistum - dømi C   Dm/C   Cm   G/C   F/C   Fm6/C   C2   C
  • Tað eru aðrar akkordir enn hesar, ið ein kann møta í nótum, og onkrar verða skrivaðar nakað øðrvísi sum besifringar í nótum, men hesar eru akkordirnar, sum eg havi fingið programmørin at innarbeiða í sangtekstin á henda hátt, og tað nøktar væl og virðiliga tað, sum verður aktuelt her - annars klárar programmeringin eisini Dur dur mol min dim aug add maj Maj og m7b5, sum eg tó neyvan komi at skriva sjálvur - men nakrir sangir í savninum, sum onnur hava skrivað, hava onkrar av hesum akkordum
  • Helst koma aðrar akkordir við eisini seinni. Tað verður tó ikki vegna aktuellan tørv, men heldur fyri at fáa yvirlitið so fullfíggjað sum gjørligt
  • Onkur av akkordunum í savninum ljóða musikalskt rætt soleiðis, sum tær eru skrivaðar, men niðurskrivingin er musikkteoretisk skeiv smb. funktiónsharmoniskari analysu. C/G er t.d. stundum teoretiskt ein G akkord sum "bíðitóni", dominant-kvartsekst-forudhold til tonika C, ikki ein C-dur akkord við G sum basstóna - men tað er so tað, sum mann skrivar og spælir t.v.s. C/G
  • Dur2 og mol2-akkordir eru í grundini eisini ofta undansløg (forslag), har ið primurin kelar sekundin ávegis heim - nakrir av okkum organistum eru stórforbrúkarar av hesum, men hetta er ikki fremmant fyri jazz-pianistar heldur
  • At enda kann eg so nevna, at vit rokna við trimum høvuðsakkordum í hvørjari tónaart (speiskliga sagt "streingjakórútseting" ella "country-stílur"). í C verða tað so C, G og F - og D, fjóra akkordin, ið onkuntíð er neyðug, kallast har veksildominantur - vanliga er hon við septimi t.v.s. D7

Fýraraddað, Kórverk, Tónleikaverk o.a.

  • SANG.FO er fyrst og fremst ætlað til einraddaðan felagssang og solosang. Grundirnar til, at eg ikki taki fýraraddaðar partiturútgávur av t.d. sálmum við er fyrst og fremst vegna kopirætt hjá m.a. Vilhelm Hansen, harnæst tí at tað er rættiliga tíðarkrevjandi at skriva slíkt, og so eisini tí at eg standardiseri mín egna stíl við besifringum, sum kemur at stíljavna tilfarið á sangsavninum fyri eftirtíðina - og gera tað meiri nýtsluvinaligt til samanspæl við m.a. gittara og klaveri
  • Í avmarkaðan mun koma tó kórútsetingar við, ið eru skrivaðar sum slíkar og ikki egna seg at tynna til einraddaðan sang - m.a. Ave Verum Corpus hjá W.A. Mozart í føroyskari týðing hjá undirritaða: Heilur, sannur, Gud í hold er blivin føddur higar av Mariu moy - men sangir, ið annars eisini eru útsettir til kór, koma bara við sum sangir
  • Tónleikaverk verða ætlandi ikki partur av savninum, tí talan er um eitt sangsavn
  • Annars vísi eg til Kórsamband Føroya, KOR.FO og til Felagið Føroysk Tónaskøld, COMPOSERS.FO v.v. partiturtónleiki - meginparturin av slíkum tilfari er vart av upphavsrætti, og hevði tískil ikki kunna verið lagt út her óansæð

Arbeiðsleisturin fyri SANG.FO
komandi árini er runt roknaður hesin

  1. Sangtekstirnar, ið eg havi digitalt, leggi eg út sum ítriv við tí ferð, ið passar mær frægast
  2. Tað, sum skal skrivast ella innspælast, geri og leggi eg út leypandi í lutfalli til tann stuðul, ið eg fái til arbeiðið

Hetta merkir í stuttum, at

  1. Sangtekstirnir, ið eg havi á telduni - ella eg fái sum tekst frá øðrum - koma í sangsavnið á SANG.FO í einum áhaldandi streymi leypandi sum eitt ítriv hjá mær, ið verður raðfest millum tey ítriv, ið eg havi frá tíð til aðra
  2. Musikkarbeiðið t.v.s. við Akkordunum inni í sangunum, Nótum og Ljóðfílum (XML, PDF, MIDI v.m.), verður í høvuðsheitum leypandi gjørt lutfalsliga fyri tann stuðul, ið eg evt. fái - tað verður bert í lítlan mun gjørt sum ítriv

Tó skal sigast, at

  1. Tekstarbeiðið - við sangunum - serliga tað, sum skal skrivast inn, tí at eg ikki havi tað sum reinan tekst, verður gjørt skjótari, um eg fái ein rímiligan stuðul til arbeiði - av tí einfaldu grund, at so kann eg seta meiri tíð av til tað
  2. Musikkarbeiðið - við Nótum og Ljóðfílum (og "tekst-"Akkordum, sum byggja á skrivaðu nótarnar), verður hóast alt í lítlan mun gjørt sum ítriv - men tað er also bara í lítlan mun

Hinvegin ætli eg mær at putlast við hetta so leingi, sum eg havi lív og heilsu, so tað, ið er komið út á heimasíðuna, kann væntast at verða liggjandi fyri eftirtíðina - men tað, sum eg geri um nógv ár, fær eingin nakra nyttu av nú

  1. Sangarbeiðið, ið eg ætli mær at gera, verður í høvuðsheitum alt gjørt - við ella uttan stuðul - um eg livi nóg leingi og eri arbeiðsførur. So har er tað meiri ein spurningur um, hvørt ítriv í nógv ár kundi verið gjørt við hóskandi stuðli í fá ár
  2. Musikkarbeiðið, ið eg ætli at gera, verður meginparturin ógjørt, um tað bara verður ítriv - men treyðugt so, nakað verður gjørt, um eg livi nóg leingi - men tað verður kortini bert ein viðfáningur av tí, ið eg komi at gera við nøktandi regluligum stuðli

BRÚKSRÆTTINDI
SANG.FO er ókeypis at brúka til egna nýtslu, og tað er loyvt at kopiera tilfar av síðuni til egna nýtslu og ókeypis tiltøk sum t.d. gudstænastur og felagssang o.tl. - men ikki er loyvt at endurútgeva tilfarið í prenti ella digitalt uttan skrivligt loyvi frá teimum, ið eiga rættindini. Eg gevi heldur ikki loyvi at brúka tilfarið til konsertir og aðrar líknandi framførslur ella sangupptøkur - tað mugu tit tosa við rættindahavararnar um

STUÐUL
Henda heimasíðan er gjørd við peningaligum stuðli frá fyritøkum og privatpersónum.

Samlaði stuðulin higartil hevur gjørt tað møguligt at gera hesa heimasíðuna í tí skapi, sum hon er í nú - og hann nøktar raksturin í eina tíð framyvir

Um stuðulin verður nøktandi framyvir, so verður SANG.FO útbygd við m.a. víðkaðum skrásetingarmøguleikum, kraftigari leitiskipan og dynamiskum XML- og MIDI-spælara

Um stuðulin verður lítil ella eingin komandi árini, so heldur henda heimasíðan tó fram í verandi skapi sum eitt ítriv hjá mær

Tað var ikki gjørligt at byrja við tí útgávuni, ið eg ætlaði av SANG.FO í fyrstu atløgu, tí hon bleiv ov dýr

Men hetta er tað, sum varð gjørligt at byrja við í 2024, og so taki eg restina hiðani frá

Kontunummar hjá SANG.FO, um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hendingaferð ella regluliga, er: 9181 0005736546

NB: Higartil er allur stuðul til SANG.FO farin til programmering og rakstur - eg havi ikki goldið mær sjálvum nakað út til løn enn. Tað ætli eg sjálvsagt at gera seinni, men eg raðfesti fyrst og fremst at fáa heimasíðuna liðugt programmeraða so skjótt og væl sum gjørligt, tí so havi eg ein optimalan pall at arbeiða við og á - bæði til ítriv og stuðlað arbeiði framyvir!

Óli Nicodemussen


 Borðbærir sangir eru at skilja sum

  1. Veitslusangir skulu hava ein málburð, sum fólk flest halda vera sømiligan at syngja í einum veitslulag - erotikkur og rúsdrekka eru ikki tabu í sær sjálvum, men sangirnir skulu ikki vera fúlir, blasfemiskir, fullir av illbønum ella lovprísa siðloysi og drykkjuskapi
  2. Religiøsir sangir skulu (fyrst og fremst kristologiskt) vera sambæriligir við kirkjufundirnar í Nicea 325 og Kalsedon 451 - tað merkir á vanligum føroyskum, at teir sangir/sálmar, sum Fólkakirkjan ella Brøðrasamkoman loyva - ella kunnu loyva - í eina sangbók, eru í lagi - og flestu sangirnir, ið karismatisku samkomurnar søguliga hava brúkt, eru eisini í lagi, men sangir ið týðiliga avnokta tríeindina ella guddómleika Jesusar, eru ikki vælkomnir her, heldur ikki dýrkan av Mariu Moy ella fremmandum gudum - men fjølbroyttar kristiligar áskoðanir um dóp, endurføðing, útveljing, náðigávur o.l. eru vælkomnar her, so leingi, ið rættvísgeringin er av náði við trúgv!
    (Einstakir sangir/sálmar, sum ikki lúka hesi teologisku kriteriu (Nicea/Kalsedon) - teir tangera til docetismu og kanska gott og væl tað (Jesus sum "mannalíki" ella "klæddur í hold") - havi eg kortini tikið við, tí at teir vóru komnir í Sálmabókina ella Sangbók Guds fólks, og tískil hava hevd sum partur av kristiliga sangskattinum hjá fólkakirkjuni og brøðrasamkomuni - og hevdvunnir føroyskir sálmar, sum æra Mariu moy, koma undir somu katagori - tað er kortini ikki "mariudýrkan" sum so)
  3. Ivamál? Um eg ivist í, hvørt ein sangur er "borðbærur" eftir omanfyristandandi krøvum, so vil ivin yvirskipað koma sanginum til góða - men eg noyðist at hava eina rímiliga gátt fyri, hvat ið kemur við, um eg skal kunna liva við tí, ið eg geri. Sum eitt vegleiðandi kriterium, so taki eg sangir við, ið eru, hava verið, ella væntandi høvdu sloppið í vanligar sang- og sálmabøkur í Føroyum, tí teir verða mettir at verða nøktandi innihaldsliga og málsliga - tað, sum ikki er ella verður útgivið í redigeraðum bókum, men sum kortini verður sungið í veitslulag og til kristiligar fundir, má eg so royna at meta um sjálvur sum frægast innihaldsliga og málsliga

Í umferð er at skilja sum tilfar, ið er útgivið á prenti í bókum og heftum, ið hava eina breiða útbreiðslu - um ein sangur bara er útgivin á fløgu o.l. ella einum musikkpalli t.d. Spotify ella YouTube, so er ikki vist, at hann kemur við - onkur teirra kemur helst kortini, men tað verður ikki konsekvent!