Stuðlar

Hesi hava stuðlað SANG.FO í 2024 - 2025 - 2026

Størstu gevararnir standa ovast eftir samanlagda stuðlinum hesi árini

Hetta verður skift um við ein LOGO-vegg til komandi útbygging
Stuðlar verða nevndir (við búmerki, um teir hava slíkt), ið hava stuðlað í ár ella undanfarnu tvey kalendaraár

HIddenfjord búmerki

 

Skopunar Kommuna

NB: Privatir stuðlar eru ónevndir, um eg ikki fái boð um annað (t.v.s. at teir kunnu nevnast)


 

Fíggjarstøðan seinastu trý árini

2024: Stuðul tilsamans uml.   120.000 kr
2025: Stuðul tilsamans uml.     20.000 kr
2026: Stuðul tilsamans higartil         0 kr

Árligur rakstur t.v.s. hýsing, ársgjøld/tænastugjøld, telduforrit v.m. er umleið 15-20.000 kr
(umframt programmering (útbygging/umbygging) og evt. løn til mín) 

Arbeiðsætlan og -møguleikar framyvir

  1. Tað optimala er, um eg kann arbeiða burturav við SANG.FO fyri rest
    Um eg eri miðal til mergjar við lívi og heilsu, so klári eg við hesi fyritreyt at gera eitt heildarsavn av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum, ið er so fullfíggjað, sum tað kann blíva - bæði við tekstum, nótum og musikkfílum (PDF, MIDI og XML)
  2. Um eg í øðrum lagi kann arbeiða við hesum sum løntum hjástarvi í nøkur ár, so verður hetta so frægt tilsamans, at eg kann handa eitt brúkiligt hálvfabrikat til onkran annan at arbeiða víðari við, táið eg felli frá fyri aldur
  3. Um eg í triðja lagi bert kann arbeiða við hesum sum ítrivi komandi árini, so geri eg tað - og so verður tað ítrivið fyri stóran part myndað av hvussu nógv, ið eg evt. fái útbygt og umbygt heimasíðuna og nær, ið eg, um so er, fái gjørt tað (musikkparturin kann t.d. ikki gerast í verandi støðu)

Óansæð hvat og hvussu, so fyrihaldi eg meg til galdandi fíggjarliga veruleika framyvir leypandi og áhaldandi og virki í samsvari við hann - hvat so í roynd og veru loksins verður gjørt, hálvgjørt ella ógjørt

STUÐLA SANG.FO?

Kontunummar hjá SANG.FO, um onkur fyritøka, grunnur, felagsskapur o.a. hevur hug at stuðla verkætlanini hendingaferð ella regluliga, er: 9181 0005736546

NB: Higartil er allur stuðul til SANG.FO farin til programmering og rakstur - eg havi ikki goldið mær sjálvum nakað út til løn enn. Tað ætli eg sjálvsagt at gera seinni, men eg raðfesti fyrst og fremst at fáa heimasíðuna liðugt programmeraða so skjótt og væl sum gjørligt, tí so havi eg ein optimalan pall at arbeiða við og á - bæði til ítriv og stuðlað arbeiði framyvir!

Óli Nicodemussen