Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Áh, Jesus, tú ert mín - 4 (1)

3567%005 Áh, Jesus, tú ert mín +Ht. 3. N.R.H. 532. Hymns of Faith 346. As–es.
DEAR SAVIOUR, THOU ART MINE.

356. Áh, Jesus, tú ert mín,
so søtt er hetta mær,
títt navn hálovað er,
míns hjartans lovsong fær.
Niðurlag: Mín, mín, mín,
eg veit, tú ert mín,
Frelsari kæri,
eg veit, tú ert mín.
2. Tú elskar syndarar –
og eg júst eri ein,
men frelstur varð eg tó,
tá náðisólin skein.
3. Mítt hjarta gripið varð
av tíni kærleikssrødd,
og tá tú talaði,
varð sjúka sál mín grødd.
4. So lat meg prísa tær,
nú tú ert vorðin mín,
títt orð ei lúgva kann,
eg veit, eg eri tín.

*Anna Hudson (Amer.).
{Lag: R. Frank Lehman (Amer.)}.
(Z. Zachariassen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi