3712%001 Á Nazarets gøtum ein smádrongur gekk +R.S. 156. S. 569. N.R.H. 472. Praise 318. K.S. 131. As–es. Ella: Sov blítt og søtt 32. Es–b.
1083. Á Nazarets gøtum ein smádrongur gekk,
var vakur í útsjónd, mangt træsprekið fekk.
Hvør har kundi hugsað, at hesin ein dag
sín favn vildi breiða á Golgata træ.
Niðurlag: Syndfríur gekk, ja, syndfríur gekk,
á Nazarets gøtum hann syndfríur gekk.
2. Hann lærdi teir gomlu, tó ungur hann var;
bert tólv ára gamal, tá átti hann svar.
So undrandi lýddu teir gomlu hann á,
hans vísdómur komin var Himlinum frá.
3. Hann lív sítt í kærleika livdi so stilt,
hann grøddi tey sjúku, hans andlit var milt,
hann doyði á krossi, men upp aftur stóð;
nú verður tann frelstur, sum trýr á hans blóð.
*Levi Joensen, f. 1933.
{Lag 1: William G. Fisher (Amer.), 1835–1912}.
{Lag 2: Johannes Poulsen, f. 1947}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir