• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Á kvøldartíð ein vinur - 1

1. Á kvøldartíð 
ein vinur stillur stendur
og bankar á tíns hjarta stongdu dyr.
Hann stendur enn, hann ei sær frá tær vendir,
hann bankar enn í dag sum ofta fyrr.

2. Hvør er hann, sum 
ei nakað stríð man skýggja,
sum bankar enn og ikki frá tær fer,
og helst á løtum, tá tú greitt manst síggja,
at alt so tómt og gleðileyst er her?

3. Hvør er tað? 
Á, tað signað er at siga:
Tað Jesus er, sum førdi tína sak.
Hann niður til várt myrkur vildi stíga
at frelsa tað, sum var av synd eitt vrak.

4. Trong var tann leið, 
sum her hann mátti ganga.
Vár synd, vár straff, alt fell á hann í senn,
til hann á krossi deyður mátti hanga.
Tó, deyðan vann hann, og hann livir enn.

5. Av kærleika 
til tín hans hjarta brennur,
hann vil teg frelsa nú, tí bankar hann.
Og um ei her tín Frelsara tú kennir,
ei allar ævir sál tín frelsast kann.

6. Lat upp, mín vinur, 
nú, og lat hann stíga
í hjartað inn og altíð búgva har.
Hann teg frá tínum syndum brátt skal fría
og sannan frið og gleði geva tær.

NS15	1139	Hjt. 98. HS 135. S 910. EH 321. IMS 281.

            
Orð: Abraham Grimstvedt
Týtt: Jákup Olsen
Lag: Ira D. Sankey




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)