2956%272 Víst tykist leiðin long +50 Sacred Favorites 39. 100 Inspirational Favorites 154. Des–des.
WHEN WE SEE CHRIST.
Víst tykist leiðin long
og royndin mangan svár,
og dagsins stríð og strev
tær volda sorgartár.
Men Kristus kemur brátt
at flyta fólk sítt burt,
hin undurfulla morgun,
– tá gerst hvørt eyga turt.
Niðurlag: Vert verður stríðið, tá
vit síggja Jesus.
Blást burt er sorgin, tá
vit síggja hann.
Tann dýrdarsjón so sæl
alt svárt út strika skal.
Renn tú tí skeiðið væl,
til hann vit sjá!
2. Tá loftið skýggjað er,
og glæman ikki sæst,
tú stynjandi fert fram,
teg sorgin nívir fast.
Men ein í Himli er,
sum kennir tína kvøl,
hann loysir vandamálið,
í bøn hjá honum dvøl.
3. Skjótt endar lívsins nátt,
og ódnin helmar í,
vit flyta yvirum
til Himmals, trygg og frí.
Í dýrd vit hørpu fá,
gullkrúnu og eitt heim,
hin Óndi verður bundin;
øll sorg umskift til gleim.
*Esther Kerr Rusthoi (Amer.), 1909–1962.
{Lag: Esther Kerr Rusthoi}.
(Z. Zachariassen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir