3559%131 Vit tala um Himmalsins stað +S. 942. A–e. Ella: S. 923. St. 359. E.H. 322. C–e.
WHAT MUST IT BE TO BE THERE!.
993. Vit tala um Himmalsins stað,
um hitt landið, sum trúgvin nú sær;
tað er gleði at tala um tað,
men hvør gleði er tá ikki har!
Niðurlag: Uppi har, uppi har,
hvør gleði er tá ikki har!
Uppi har, uppi har,
hvør gleði er tá ikki har!
2. Av gleði vár sál verður full,
tá hitt landið langt burtur hon sær,
tess glitrandi perlur og gull;
ja, hvør gleði er tá ikki har!
3. Vit minnast tann frið og ta ró,
várt hjarta har einaferð fær,
sigurssongin og einglanna ljóð;
ja, hvør gleði er ei uppi har!
*DeWitt Clinton Huntington (Amer.), 1830–1912.
{Lag 1: Tullius C. O’Kane (Amer.), 1830–1912}.
{Lag 2: George Coles Stebbins (Amer.), 1846–1945}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir