Sangsavnið

6666 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Vilt tú, at Jesus skal koma tær nær - 4 (2)

2953%269 Vilt tú, at Jesus skal koma tær +R.S. 78. N.R.H. 405. S. 145. K.S. 79. E.S. 239. St. 23. M.A. 214. Praise 283. B–f.
THERE IS POWER IN THE BLOOD.

95. Vilt tú, at Jesus skal koma tær nær?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Vilt tú, at myrkrið skal víkja frá tær?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!
Niðurlag: Tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er
bert við trúgv á hans blóð;
tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er
bert við trúgv á Jesu blóð.
2. Vilt tú, at hvíla skal sálin so mødd?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Vilt tú við frímóði lyfta títt høvd?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!
3. Um tú vilt vita, at sál tín er frí,
kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Hvíla í deyðanum náðini í,
kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!
4. Ynskir tú skýli at eiga í neyð?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Eiga eitt álit í lívi og deyð?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!

*Lewis E. Jones (Amer.), 1865–1936.
{Lag: Lewis E. Jones}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi