• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7588 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ver still, mín sál, tí Harrin

1. Ver still, mín sál, tí Harrin er tær nær,
við toli vonda sorgarkrossin ber,
lat Gud bert greiða alt og lýsa tær,
hvat enn umskiftist, trúgvur Hann tær er.
Ver still, mín sál, skjótt Hann tú síggja skalt,
um trongdarstíggj til gleði leiða alt.

2. Ver still, mín sál, Gud fremja vil títt mál
av nýggjum, sum Hann áður hevur víst.
Tín vón, títt álit vikist ei, mín sál,
alt gátuført skal gerast ljóst til síðst.
Ver still, mín sál, enn kenna sjógvur, lot
Hans rødd, sum eitt sinn stilti storm og brot!

3. Ver still, mín sál, so skundigt skeiðið fer,
inntil vit ævigt verða Honum hjá,
tá vónbrot, ótti, sorg - alt horvið er,
hin sanna kærleiksgleðin blómar tá.
Ver still, mín sál, skjótt felt er síðsta tár,
og okkum heilsar ævinleikans vár!

--------------------
Heiti: Be still, my soul
The Lord is on my side 

            
Orð: Katharina Amalia Dorothea von Schlegel
Týtt: P.W. Háberg
Lag: Jean Sibelius (Finlandia)




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)