1. Ver still mín sál, Gud stendur tær við lið
Tá trongdin tyngir, Hann tær gevur frið
Lat Harran ráða, leiða teg við treysti
Tá skifti koma, Hann tær trúgvur er
Ver still mín sál: tín sálarvinur besti
Í truplum tíðum Hann tær gleði ber.
2. Ver still mín sál, Gud vísir tær á veg
Tær hevur fylgt, Hann áfram leiðir teg
Tín vón, títt álit, ikki skulu skaka
Tá leiðin fjald, Hann gevur tær Sítt ljós
Ver still mín sál: Hann stormin tær skal maka
Í ódnarveðri beinir teg á kós.
Í tær eg hvíli, í tær fann eg vón
Á teg eg líti, tú mær sleppur ei
Mítt lív eg leggi í tín sterka favn
Ver still mín sál
3. Ver still mín sál, í lívsins gyltu tíð
Við Honum møtast í teim kláru ský
Har eingin sorg, ei fjaldir vandar lúra
Øll neyð er gloymd, bert gleði bíðar tær
Ver still mín sál, har ei tú meir skalt stúra
Í ævir trygg og signað møtast har
Í tær eg hvíli, í tær fann eg vón
Á teg eg líti, tú mær sleppur ei
Mítt lív eg leggi í tín sterka favn
Ver still mín sál
Orð: Katharina Amalia Dorothea von Schlegel
Týtt: Durita J. Jacobsen
Lag: Jean Sibelius (Finlandia) - Niðurlagið: Kari Jobe
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir