Sangsavnið

6666 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi - 4 (2)

2947%263 Vel Jesus nú í lívsins føgru +Ht. 356. Evangelietoner 527. Lovsangstoner 50. A–cis ella G–h.
VELG JESUS, DU SOM STÅR I LIVETS LYSE MORGEN.

1079. Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi,
gev honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær.
Ein vinur trúfastur hann er í sorg og gleði
og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær.
Niðurlag: Vel vinin besta, og lat hann vera
tín leiðara gjøgnum lívið her.
Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera
ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer.
2. Hvør gott, tá lívið tykist merkt av neyð og vanda,
ein vin at eiga, ein, sum sær og skilir alt.
Um misskiltur og eina mangan tú manst standa,
í trúgv við øllum tú til Jesus fara skalt.
3. Og tá so tíðin her umsíðir er at enda,
tú fært hin æviga og fagra sigurskrans,
áh, hvør ein gleði á tí ljósu strond at lenda,
at síggja Jesus og í ævir vera hans.

*Otto Udd-Johansen (Noreg), 1891–1970.
{Lag: Otto Udd-Johansen}.
(Øssur Berghamar týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi