• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Uttan teg var tøgnin tóm - 2

1. Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
Ælabogin gráur var,
um ei, Faðir, tú vart har.

2. Uttan teg var dagur nátt,
sólin átti ongan mátt.
Uttan teg var glóðin køld,
uttan teg var morgun kvøld.

Tá mín brekka gerst ov brøtt,
tá mær tokan gerst ov tøtt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei!

3. Hvirlur bresta á mín rút,
tigandi eg hyggi út.
Man í storminum tá eg
aftur, Harri, hóma teg?

4. Verjugarður mín ver tú,
vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
leið meg loksins heim til tín.

Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt.
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei!

NÓU 139

            
Orð: Marin Joensen
Lag: Martin Joensen




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)