Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Um her vit allan heimin kunnu eiga - 4 (3)

3697%135 Um her vit allan heimin kunnu +Ht. 223. Evangelietoner 428. E.H. 350. E.B. 416. G–d.
OM HELE JORDEN HER JEG KUNNE EIE.

505. Um her vit allan heimin kunnu eiga
og góðs og stórar jarðir burtur leiga,
hvat er tað alt tó uttan tap og skarn
ímóti tí at vera eitt Guds barn!
2. Eitt heim eg eigi hátt í Himmalsølum,
eg fari skjótt úr hesum táradølum,
og tó at bylgjan brýtur hátt um stavn,
eg lendi skjótt tó í tí tryggu havn.
3. Mær Jesus atgongd vann til staðin fríða,
og skjótt so skal eg inn um portrið stíga,
og tá ið fyrst eg komin eri har,
eg gloymi skjótt alt stríð, á foldum var.
4. Og um eg her skal lítil, armur vera,
skjótt skal eg lívsins hvíta klædning bera;
lat heimin søkja hetta, sum er smátt!
Er Jesus mín, er alt í ævir gott.

*Nils T. Breiung (Noreg), 1866–1911.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi