Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú tín kongastól - 4

3696%134 Tú tín kongastól +S. 35. F–f.
ROOM FOR THEE.

888. Tú tín kongastól
býtti fyri fátækt ból,
tá tú komst higar fyri meg;
tí í Betlehem var
einki rúm tá fyri tær,
tó tey skuldu tilbiðið teg.
Niðurlag: Eg tilbiði teg, Harri Jesus,
og mín sál ber fram lovsong til tín,
eg tilbiði teg, Harri Jesus, nú,
tøkk mítt hjarta til tín fram ber!
2. Høga einglalið
sang um heiður og um frið,
tá ið føddur á fold tú vart;
men hvør fátæk var
ikki legan her hjá tær,
tú, sum heimin á hondum bart!
3. Villi fuglur tó
finnur náttarhvíld og ró,
hvørt eitt djór hevur høli sítt;
men Guds Sonur, tú
eigur ei á jørð tað bú,
har tú halla kanst høvur títt!
4. Boð um lív og frið,
dýrar gávur við
bart tú niður til okkara;
men bert hat og háð
løntu menn tær aftur tá,
ja, og krossin á Golgata!

*Emily E.S. Elliott (Ongl.), 1836–1897.
{Lag: Ira D. Sankey (Amer.), 1840–1908}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi