Sangsavnið

7215 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú komst sum hjálparleyst barn - 4 (5)

3407%116 Tú komst sum hjálparleyst barn +S.O.F. 120. C.M.P. 162. D–durur.
FROM HEAVEN YOU CAME (The Servant King).

Tú komst sum hjálparleyst barn
í heimin her – tín dýrd var fjald,
til tænara gjørdi teg,
gavst teg at vinna okkum lív.
Niðurlag: At tæna komst tú, Kongur lívs,
tú biður okkum fylgja tær –
at bera lív várt sum dagligt offur fram
í tilbiðjan og tænastu.
2. Í urtagarðinum har
tú mína tungu byrði bar.
Við sorg títt hjarta varð knúst –
tíns Faðirs vilja lýðin vart.
3. Kom hendur, føtur hans síggj –
tey merki, hann á krossi fekk.
tær hendur, skapt høvdu alt,
av grummum hondum negldust fast.
4. At tæna tær okkum lær,
og lat várt lív teg lyfta høgt –
hvørs annars tørv seta fremst,
so Kristus, tú, kanst heiður fá.

*Graham Kendrick (Ongl.), f. 1950.
{Lag: Graham Kendrick}.
(Flóvin Tyril týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi