3911%Tá møður í Salem +F.A. 689. R.S. 683. N.R.H. 955. G.B. 666. S.A.T.B. 436.
WHEN MOTHERS OF SALEM.
Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru,
tær lærusveinarnir so rísnir trokaðu burt.
Men Jesus teirra atburð sá,
og blídliga hann segði tá:
Áh, latið hini smáu koma til mín!
2. Eg taki mót teimum og beri tey í favni,
sum seyðamaður lombini, so forðið teimum ei.
Kann eg bert teirra hjarta fá,
so búgva tey mær ævigt hjá,
áh, latið hini smáu koma til mín!
3. Sum Jesus er góður, hann børnum býður til sín,
men fleiri túsund eru, sum ei kenna hans navn,
ei orð hans hava hoyrt og sæð,
ei vita, Jesus segði tað;
at „latið hini smáu koma til mín!“
4. So skjótt kundu heidningarnir av hvørji stammu
uppfylt títt dýrabara orð, hvønn falsgud tveitt burt.
Lýs teimum, Ljós frá Himli av,
tú Gud, sum elskaði og gav,
fá smáu børnini at koma til tín!
*William M. Hutchings (Ongl.), 1827–1876.
{Lag: Týskt}.
(P.W. Háberg týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir