3400%109 Tá ið endar mítt stríð +Løg til missiónssangbókina 1998/96. Barnatro och Pärleport 74. F–c.
NÄR MIN RESA ÄR SLUT.
Tá ið endar mítt stríð
og út runnin mín tíð,
skal eg náa ta himmalsku strond.
Jesus eyga mítt sær,
og tá vísir hann mær
naglamerkini í síni hond.
Niðurlag: Eg skal ganga við lívsvatnsins strendur,
hoyra pálmanna friðsæla sús.
Eingin synd, eingin sorg
er í Himmalsins borg,
men bert songur sum havsbylgjubrús.
2. Ferðin endar ei her,
men til Himmals hon ber,
til tað heimland, sum Jesus mær vann.
Vinir hitti eg har,
sum her skiltust frá mær,
gævi, skjótt, at tann stundin upp rann.
3. Áh, ver tolin og bið,
tí Guds himmalska frið
skal hin trúfasti fáa í løn.
Tann, ið krossin her bar,
lívsins krúnu har fær.
Áh, Guds barn, ver tí vakið í bøn.
*Göte Andersson (1. vers) og Theofil Engström (Svør.).
{Lag: Göte Andersson}.
(Hilmar Andrésen føroyskaði).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir