3396%105 Tá eg við krossin syndatyngdur stóð +F–c.
.
Tá eg við krossin syndatyngdur stóð,
frelstur eg varð ígjøgnum Kristi blóð.
Har fann eg frið, mín sál fekk trygga grund,
akker í lívi og í deyðans stund.
2. Merktur av synd og uttan mál og mið
livdi eg uttan Kristus, uttan frið,
men tá eg knústur stóð við krossins fót,
fekk eg í Kristi blóði heilsubót.
3. Loystur eg varð – mær birtist lívið nýtt.
Ein nýggjan sang eg fekk í hjarta mítt.
Nú fram mót Himli syngur sál mín fró
sangin um Jesus og hans dýra blóð.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(Øssur Berghamar týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir