3682%120 Tá eg ein lítil drongur var +R.S. 742. St. 425. Great Gospel Songs and Hymns 272. As–es.
TELL MOTHER I’LL BE THERE.
Tá eg ein lítil drongur var – eg minnist tað so klárt –
at eg við mínum treiskni gjørdi mammu lívið svárt,
men síðan hon tll Himmals fór, tað svárt er blivið mær –
áh, Gud sig mammu, at eg komi har!
Niðurlag: Ja, sig, eg komi har, hvar einglasongur er,
áh, Faðir, hetta boð til mammu ber.
Ja, sig við hana tað,
at hent er, sum hon bað,
áh, Gud, sig mammu, at eg komi har.
2. Um eg ónæriligur var, var hon tó altíð góð,
so tolin, mild og blíð, um eg enn aldri tað forstóð,
men mína sorg og mína kvøl tær deildi hon við mær –
áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!
3. Tá eg sum hin fortapti sonur fór mín egna veg,
í sorg og pínu hennar’ eyma hjarta ringdi seg,
og dag og nátt til náðis Gud í bøn hon fram meg bar –
áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!
4. Ein dagin eg ein boðskap fekk at koma heim við skund’
at síggja mammu, áðrenn hon fór inn í deyðans blund,
og síðsta bøn, hon bað meg, var til Gud at venda mær –
áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!
*Charles M. Fillmore (Amer.), 1860–1952.
{Lag: Charles M. Fillmore}.
(P.W. Háberg týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir