3687%125 Tað var ein lítil genta +C–d.
Tað var ein lítil genta, sum til sítt síðsta lá,
um fáar dagar skuldi hon foldum fara frá.
Foreldrini tey grótu, tí, áh, tað var so tungt
at missa hetta barnið – so elskuligt og ungt.
2. Men pápi hesa gentu var ein, sum segði tað,
at eingin Gud er til – hevði aldri ljósið sæð;
men mamman hon var sálig í trúgv á Frelsaran
og segði hini lítlu, hvat hon hjá honum fann.
3. Ein dag, sum pápin tungur við songarstokkin sat,
tá hugdi hon upp á hann, og veikt í henni læt:
„Nú skal eg, góði pápi, skjótt fara burt frá tær;
men hvussu skal so verða við sálini hjá mær?
4. Eg eri, áh, so ótrygg, eg finni ongan frið,
tit siga hvør sítt. Hvørjum skal eg so halda við?
Tí mamma hevur tosað um Jesus og hans makt,
men „eingin Gud er til“, hevur pápi mangan sagt!“
5. Ja, tá stóð nógv á pápa! Hann græt, men segði tó:
„Trúgv tí, sum mamma sigur um Jesu dýra blóð“!
Og trygt seg barnið legði í Jesu eyma favn,
sum hana bar til Himmalsins stillu, ljósu havn.
6. Men tá fekk hann at síggja, hvat ei hann hevði sæð,
og fann sær í Guds frelsu eitt ævigt hvíldarstað.
Tá sterka vantrúgv fellur í trongu royndarstund,
tá stendur veika trúgvin á Jesunavnsins grund.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(P.W. Háberg týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir