3547%119 Tað er nakað í Himli hjá børnum at fá +Egið lag. E–e. Ella St. 107. F.H. 101. M.T.F.S. 258. R.S. 611. G–d. Ella egið lag: C–g.
DET BLIR NÅGOT I HIMLEN FÖR BARNEN ATT FÅ.
Tað er nakað í Himli hjá børnum at fá,
tey, sum elska sín frelsara her;
bæði krúnur og gullhørpur fáa tey tá
og ein klædning, sum snjóhvítur er.
Niðurlag: Har er nakað at fá, har er nakað at fá,
har er nakað hjá børnum at fá;
í tí himmalska stað
eru øll altíð glað,
har er nakað hjá børnum at fá.
2. Tey á gullgøtum ganga og syngja so glað,
millum einglar í ljósinum har;
Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað,
hann, sum syndir og straff teirra bar.
3. Har við borðið hjá Gudi, har sita tey øll,
fáa nýtt vín og livandi breyð;
Harrin Jesus er ljós í tí himmalsku høll,
eingin pína er har, eingin neyð.
4. Ja, tey fáa sær vatn av tí livandi flóð,
eta fruktir av lívstrænum við,
og um Jesus tey syngja eitt gleðiligt ljóð,
og hann gevur teim ævigan frið.
*Lina Sandell (Svør.), 1832–1903.
{Lag 1: Ralph E. Hudson (Amer.), 1843–1901}.
{Lag 2: Andrew Thomsen, f. 1925}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir