Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tann dagin aldri gloymi eg - 4 (1)

3693%131 Tann dagin aldri gloymi eg +R.S. 739. Des–f.

Tann dagin aldri gloymi eg,
tá mamma segði blítt við meg:
„Nú fari eg upp í Guds stað,
men gloym ei, barn, hvat mamma bað!“
Niðurlag: Áh, tá hon mær í huga er,
tá er tað, sum hon enn var her,
tað er, sum um eg skuldi sæð,
at mamma lá á knæ og bað.
2. Ei hennar’ rødd eg gloyma kann,
hon gleddi meg, tá mótið svann.
Fall eg enn djúpt – Gud best veit tað.
Eg gloymi ei, hvat mamma bað.
3. Long tíð er liðin, men so kær
tey kærleiksorð enn eru mær –
tey orð, eg hoyrdi, tá á knæ
við stólin mamma lá og bað.
4. Ta løtu aldri gloymi eg,
tá Harrin Jesus frelsti meg;
mín synd var negld til krossins træ –
tá gekk tað út, sum mamma bað.
Niðurlag: Áh, Jesus, takk, mín sál er sæl,
tú meg til mammu leiða skal,
har heima, hvar vit møtast glað,
sum svar uppá, hvat mamma bað!

*Judson W. Van DeVenter (Amer.), 1855–1939.
{Lag 1: Winfield Scott Weeden (Amer.), 1847–1908}.
{Lag 2: E.H. Swinstead}.
(P.W. Háberg týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi