Sangsavnið

7313 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sum Kristi samkoma á jørð, so er várt mál - 4 (3)

3389%098 Sum Kristi samkoma á jørð +A–a.

Sum Kristi samkoma á jørð, so er várt mál
at lýsa upp í heimsins myrkri sum eitt bál,
at standa saman um
tann vitnisburðin, sum
kann fría gera hvørja sál.
Niðurlag: Latið okkum saman gera
Harrans verk í dag,
eitt í trúnni, hvør og ein,
sum ljósið hevur sæð.
Tú, rætt mær tína hond,
lat okkum knýta bond
og vera vitni sonn og glað.
2. Tann fyrsta samkoman so samansjóðað var,
í sterkum felagsskapi vitnisburðin bar.
Og signað varð tað verk,
sum Harrans hond so sterk
ígjøgnum fólk sítt gjørdi har.
3. Ta tænastu, sum hvørjum einum givin er,
vit mugu røkja hvør á øki sínum her.
Gud signi hvørja roynd,
sum – almenn ella loynd –
í trúnni er ein kærleiksgerð.
4. So gevi Harrin, at vit falla ei í blund,
men trúgv og vakin vilja vera hvørja stund.
Skjótt kemur stundin sæl;
í Himli savnast skal
Guds samkoma til betri fund.

*Øssur Berghamar, f. 1942.
{Lag: Øssur Berghamar}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi