Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sov í friði, kæri skattur - 4

3561%133 Sov í friði, kæri skattur +GRAVSÁLMUR

Solskenssånger 226. D.K. 19. Bf. 12. Bg. 161. C–g. ella Ljómur og lag 35.
SOV I FRID, DU LILLE ÄLSKLING!.

Sov í friði, kæri skattur,
hvíl í grøvini í frið,
til tú brátt í hvítum klæðum
einglunum skalt savnast við.
Har, hvar følnað rósan reyð
reisist upp til lív frá deyð.
2. Tú vart tínar móður gleði,
faðirs kærleik átti tú.
Men nú skiltist tú frá okkum,
fórt av fold til himmalbú
til at vera honum hjá,
sum á fold tú trúði á.
3. Fyri trónuni tey standa,
øll tey frelstu møtast glað,
heilsast har í ljósins staði,
har, hvar nátt ei dimmir dag.
Har hvar ævigt alt er nýtt,
Lambsins prís har ljóðar frítt.
4. Áh, vit kunnu mangan spyrja,
hví so stutt á fold tú gekk
sum ein lítil sólskinsstrála
– so tú brádligt heimboð fekk.
Vildi Harrin til sín inn
draga nærri vári sinn?
5. Men um enn várt hjarta bløðir,
takka vit tó fyri teg.
Skjótt skal Harrin okkum flyta
heim av hesum sorgarveg.
Til vit møtast aftur sæl,
inntil tá – farvæl, farvæl!

*E.B. – J.A. Hultman (Svør.), 1861–1942).
{Lag 1: A.P. Berggren (Danm.), 1801–1880}.
{Lag 2: Jens Guttesen, 1916–1996}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi