Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

So ísakøld ýlir norðanættin - 4

3545%117 So ísakøld ýlir norðanættin +E–h.

So ísakøld ýlir norðanættin
um húsarhorn og um geil í kvøld.
Í eini lítlari stovu situr
ein lítil genta so svong og køld.
Hitt bleika holdið so skilligt vísir,
at hon er sjúk, at hon líður trongd.
Men pápin situr í drykkjuhúsi
og gloymir heimið og barnsins svongd.
2. Bert Aksel bróðir hjá Estur situr,
við vindeygað hann nú hyggur út.
So sárt hann minnist teir góðu dagar,
sum skiftir eru til sorg og sút.
Hans eygu vætast, men tó hann sigur:
„Tú, góða Estur, ei gráta skalt:
Ein lítil stund, og so kemur pápi,
tá fært tú drekka og breyð og alt!“
3. „Áh, Aksel, minnist tú ikki mammu?
Tá so vælsignað og gott var alt.
Ei eftir pápa vit máttu bíða,
og aldri var her so myrkt og kalt.
Men kom og flyt meg, so eg kann síggja
tær blonku stjørnurnar himli á.
Kanska at mamma av Himli hyggur –
eg veit, hon smílast vil til mín tá.
4. Eg minnist hennara blíða andlit,
tá hon um kvøldið sang yvir mær.
Men, Aksel, hygg, har nú fall ein stjørna,
og mamma segði: „Tá ið tú sær,
ein stjørna fellur av himli niður,
tá onkur sál upp til Himmals fer,
og tá til mammu eg upp skal fara,
tá kann tað vera, tað sama sker.
5. Men, beiggi, lat meg nú hjá tær hvíla,
eg eri køld og so troytt, so troytt.“
Og lítlu Estur nú Aksel tekur
í føvningin, og hon sovnar skjótt.
Hann situr kvirrur og heldur tolin
um systur sína í fanginum.
Nú, sum hann út gjøgnum rútin hyggur,
ein stjørna fellur av himlinum.
6. Hann minnist tá, hvussu Estur segði:
„Tá upp til mammu mín andi fer,
ein stjørna fellur“. Nú Aksel hyggur,
hann sær, at longu hon farin er.
Hygg, eygað brestur – ei bleika kinnin
av sorgartárum skal vætast meir,
ei meir hon skelvur av bitrum kulda,
tær stundir tungu ei gerast fleir.
7. Tá pápin seinni til heimið kemur,
hann sær, at dóttir hans liggur deyð.
Tá ringist bróst hans av sorg og angur,
og Gud fær frelst hann frá synd og neyð.
Men dag um dag har í kirkjugarði
fólk kunnu síggja ein gamlan mann
við Esturs grøv við tí lítla krossi,
og úr hans eygum mangt tárið rann.

*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(P.W. Háberg týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi