Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

So dýrt, tá hin ungi til Gud leitar inn - 4 (2)

3514%086 So dýrt, tá hin ungi til Gud +Ht. 382. G–d. Ella: Melodiboken 2004/202. D–d. Ella: Melodiboken 2004/481. c–c.
KOR HERLEG NÅR UNGDOMEN SØKJER SIN GUD.

1091. So dýrt, tá hin ungi til Gud leitar inn,
og frígjørt frá synd verður hjarta og sinn,
og brúðurin – vunnin við Jesusar blóð –
er klædd í ein búna sum hvítasta snjó!
2. So dýrt, tá hin ungi tann vitnisburð ber,
at eingin sum Jesus í heiminum er:
„Hann fann meg í náði, tá vilstur eg var,
og heim til sín sjálvs hann meg kærleiksfult bar!“
3. Sum fuglurin letur um grasgrøna grund,
eg lovsyngja má hvørja einastu stund.
Nú alt er sum nýskapt, og sólin hon sær,
og Himmalin opin, tí Jesus er nær!
4. So sáligt at vita, at hann heldur fast,
um alt her á foldum enn víkti og brast!
Hann sleppir mær ikki, sum tók meg í hond,
men leiðir meg trygt heim í Himmalsins lond!

*Tobias Bernhard Ekeland (Noreg), 1891–1969.
{Lag 1: Ókent tónaskald}.
{Lag 2: Christian Cappelen (Noreg), 1845–1916}.
{Lag 3: Norskt fólkalag}.
(P.W. Háberg týddi úr norskum).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi