3224%092 Nú er summartíðin gylta +S.F.F. 251. C–durur.
Nú er summartíðin gylta – hoyrið fagran fuglasong,
grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
Summardáin upp seg toyggir, fagurt er um bø og ong,
og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.
Niðurlag: Vit tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð,
fyri lýkku, lív og lit um land og hav.
Mest av øllum tínum kærleika vit vilja gleðast í
og tær lova fyri Sonin, ið tú gav.
2. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið,
spógvin titar runt á teigum her og har.
Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið!
Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.
3. Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
og við sjóvarmálan damlar æðan tom.
4. Sólin setur – kvirra legst um land og kyrrindi um sund.
Ljós er náttin – nú er logn á hvørji vág.
Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund,
fyri allan vakurleikan, ið eg sá.
*Øssur Berghamar, f. 1942.
{Lag: Øssur Berghamar}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir