Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Navnið Jesus ei kann blikna - 4 (2)


3672%110 Navnið Jesus ei kann blikna +Melodiboken 292. E.S. 10. Hjt. 257. F–f.
NAVNET JESUS BLEKNER ALDRI.

372. Navnið Jesus ei kann blikna,
fánar ei sum tíðin fer.
Aldri vil tess megi vikna,
tí tað navnið ævigt er.
Ung og gomul heim tað kallar,
býður teimum sælan lut,
tað er ment at leiða allar
vilstar sálir inn til Gud.
Niðurlag: Navnið Jesus má eg elska,
sál mín brennur fyri tí.
Ongum øðrum navni finnist
henda dýra frelsa í.
2. Navnið Jesus fagurt ljóðar,
lat tað hoyrast víða hvar,
aftur styrkja sálir móðar,
har sum vónin burtur var.
Óndskapur og hatur flýggja,
har ið Jesu-navnið vann,
rættferðsól á tann skal síggja,
sum í honum frið sær fann.
3. Tá á nátt seg myrkrið breiðir,
sum ein viti Jesu navn
illa støddu skútu leiðir
inn í ljósins tryggu havn,
og tá sól ei meir skal rísa,
tónar hátt í Himlunum –
har hvar Jesu dýrd vil lýsa –
lov frá frelstu skarunum.

*David Welander (Noreg), 1896–1969.
{Lag: Zulu-lag}.
(P.W. Háberg týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi