Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mín sunnudagsskúli kæri - 4

3541%113 Mín sunnudagsskúli kæri +R.S. 626a. S. 1070. B.H. 13. E.S. 112. F–f. Ella R.S. 626b. Es–g.

Mín sunnudagsskúli kæri
eitt hvíldarpláss mær er;
sum lítli fuglur glaður
til reiðrið fjálga fer.
So leingist mínum hjarta
til henda kæra stað,
so skundi eg mær higar,
á fund hvønn sunnudag.
2. Í sunnudagsskúla fara –
ein gleði er tað mær,
og frítt og lætt er sinnið,
tá øll vit syngja har.
Teir glaðu takkarsálmar
til Jesus, frelsaran,
og lurta eftir øllum,
ið verður sagt um hann.
3. Úr sunnudagsskúla mangan
við sakni heim eg gekk,
men signaður og styrktur
av tí, eg hoyra fekk.
Har lambið finnur føði
og vatnið klára fær,
ei undur, um tí leingist
at koma tíðum har!

{Lag 1: Lowell Mason (Amer.), 1792–1872}.
{Lag 2: J.M. Haydn (Eysturríki), 1737–1806}.
(Líggjas á Váli týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi