Sangsavnið

6666 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mín songur er um Jesus - 1

1. Mín songur er um Jesus,
tí Jesus elskar meg
og dró meg burt í náði
av undirgangsins veg.
Av hjarta vil eg syngja
um hann, sum gav mær frið,
ja, honum vil eg prísa
nú og í ævir við.

2. Mín songur er um Jesus,
Guds Lamb, sum dripið varð,
sum gekk í deyðan myrka
og syndir mínar bar.
Við tøkk hann hjartað fyllir,
tí alt hann gjørdi væl,
av náði, bert av náði
mín sál er frí og sæl.

3. Mín songur er um Jesus,
inntil eg einaferð
við hásætið skal syngja
ein song, sum betri er.
Og har í Eden fagra
við lívsins reinu flóð
eg skal í ævir syngja
um Jesu dýra blóð.

            
Orð: Fanny Crosby
Týtt: V. Danielsen
Lag: W.H. Doane
Bókað: 2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks   1976 - Songbók Guds Fólks   1952 - Songbók Guds Fólks  




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi