Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mín frelsari var einaferð - 4 (1)

3669%107 Mín frelsari var einaferð +S. 1143. G.B. 370. C.S. 39. B–b.

Mín frelsari var einaferð
eitt lítið barn sum eg;
men syndafríur gekk hann her –
tann hugsan gleðir meg.
2. Hann lýddi altíð Faðirs orð,
sum eg skal gera við;
í vísdómi hann steig hvørt spor
í sínum ungdómi.
3. Ja, hann, sum hótti sjógv og vind –
hvør gott tann hugsan ger! –
og grøddi lamin, deyv og blind,
var lítil einaferð!
4. Áh, hann, sum tornakransin bar
og toldi deyðans stríð,
eitt elskað barn á foldum var,
lá móðurørmum í.
5. Av kærleika til tín og mín
hann her seg føða læt;
tí ofraði hann Himmal sín
og toldi spott og hat.
6. Eg veit, at tú, sum barn her vart,
tú tekur móti mær,
tú gleðist, tá ið børn tú sært
at leita eftir tær!

*Ókent sálmaskald.
{Lag: James Walch (Ongl.), 1837–1901}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi