Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Liv fyri Jesus! Hetta lívið - 4 (1)

3665%103 Liv fyri Jesus! Hetta lívið +Ht. 329. Hjt. 234. I.M.S. 58. M.A. 388. St. 363. D–fis. Ella: Melodiboken 724. M.T.Å.S.O.S. 466. Es–es.
LEV FÖR JESUS – INTET ANNAT.

1030. Liv fyri Jesus! Hetta lívið
eina vert at liva er;
hesum vini fram um øðrum
kærleik tín sum offur ber!
2. Liv fyri Jesus! Ognir, heiður,
alt, ið lívið bjóða kann,
gevur ei ein stuttan tíma
tær ein slíkan frið sum hann.
3. Liv fyri Jesus! Savna sálir
um hans kross, og ger tað nú!
Skunda tær, tí náttin kemur,
tá ei longur virkar tú!
4. Túsund, túsund dýrum sálum
leingist lív og ljós at fá;
tala tú við tær um Jesus,
meðan enn tú kanst tær ná!
5. Sig teim, hvat tú sjálvur eigur,
vitna tað, tú hevur sæð:
Jesus livir, Jesus elskar,
Jesus frelsir – sig teim tað!
6. Liv fyri Jesus! Ofra honum
lívsins sterka, fagra vár,
ofra tína manndómsmegi,
ofra honum elliár!
7. Ofra alt! Tí so hann býður,
alt hann hevur ofrað tær,
tá hann vanvirdur og armur
krossins træ á foldum bar.
8. Ofra alt! Tí eingin hevur
iðrað seg um hetta stig;
liv fyri Jesus, til tú trínur
inn í ríki hans við frið!

*Lina Sandell (Svør.), 1832–1903.
{Lag 1: Wilhelm Theodor Söderberg (Svør.), 1845–1922}.
{Lag 2: A. Christian Hall (Noreg), 1841–1911}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi