Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Kunnu vit finna ein vin sum Jesus - 4 (2)

3658%096 Kunnu vit finna ein vin sum +R.S. 110. S. 904. N.R.H. 631. Praise 529. C.S. 227. G.B. 358. St. 68. E.H. 113. F–a.
THERE’S NOT A FRIEND LIKE THE LOWLY JESUS.

393. Kunnu vit finna ein vin sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
Er nakar Frelsari uttan Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
Niðurlag: Jesus kennir várt stríð á foldum,
hann vil leiða til Himmals heim;
kunnu vit finna ein vin sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
2. Man nakar eiga slíkt vald sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
Hvør hevur sett seg so lágt sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
3. Var nakar dagur, vit mistu Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
Var nøkur nátt, okkum gloymdi Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
4. Kann nakar siga: Ei elskar Jesus!
Ikki ein, ikki ein!
Varð nakar svikin, sum leit á Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
5. Er nøkur gáva so dýr sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!
Hvør veitir sínum eitt heim sum Jesus?
Ikki ein, ikki ein!

*Johnson Oatman (Amer.), 1856–1922.
{Lag: George C. Hugg (Amer.), 1848–1907}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi