Sangsavnið

7241 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus, hitt einasta - 4 (1)

3364%073 Jesus, hitt einasta, heilagsta, reinsasta +Evangelietoner 310a. d–d. Ella 310b. D–a.
JESUS, DET ENESTE, HELLIGSTE, RENESTE.

Jesus, hitt einasta,
heilagsta, reinasta
navn, sum av menniskjavørrum er sagt,
fylling av dýrdleika,
fylling av kærleika,
fylling av sannleika, miskunn og makt.
2. Mótstríðið hittir meg;
aldri tú fjónar meg,
tekur meg inn í tín fjálgandi favn.
Menniskju gloyma meg;
Harri, tú goymir meg
tætt við títt hjarta og nevnir mítt navn.
3. Harri, tú hoyrir meg!
Harri tú leiðir meg,
hvussu og hvar tað so gagna mær má!
Lær meg at boyggja meg!
Lær meg at laga meg
tær eftir vild mína tíð foldum á!
4. Tú ert tann einasti,
heilagsti, reinasti,
gev mær títt reina og heilaga sinn’!
Hjálp tú úr vanda mær!
Bjarga frá grandi mær!
Før meg at enda til dýrd tína inn!

*Ole T. Moe (Noreg), 1863–1922.
{Lag 1: Caroline W. Sørlie (Noreg), 1869–1953}.
{Lag 2: Christian Sinding (Noreg), 1856–1941}.
(Jákup Dahl týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi