Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus, Guds Soni, prísa vil eg - 4 (1)

3641%079 Jesus, Guds Soni, prísa vil eg +R.S. 123. I.M.S. 154. B–f.

Jesus, Guds Soni, prísa vil eg,
sum, tá ið á stóð, ei spardi seg,
men sum í deyðan steig fyri meg
og mínar syndir bar.
Niðurlag: Jesus yvir synd og deyða vann,
Jesus livir – prís og tøkk til hann –
Jesus úr trongdum hjálpa mær kann,
føðir og klæðir meg.
2. Mildur hann var, um verðin hann sló,
tá ið hann píndur, einsamur stóð,
til hann á krossi læt út sítt blóð –
áh, tað var fyri meg.
3. Uppi hjá Gudi Jesus nú er,
men tann, sum einfalt trýr á hann her,
einaferð glaður upp til hann fer. –
Takk, góði Jesus, takk!

*Ókent sálmaskald.
{Lag: George F. Root (Amer.), 1820–1895}.
(P.W. Háberg týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi