Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus elskar smábørn - 4 (1)

3637%075 Jesus elskar smábørn +Ljómur og lag 38. Es–g.

Jesus elskar smábørn,
ansar eftir teim,
vil tey fegin leiða
til sítt himmalheim.
Tá eitt barnahjarta
lítur á hans navn,
áh, so fegin hann tá
tekur tað í favn.
Niðurlag: Áh, ja, hann er hin allarbesti vinur,
sum eitt barn kann hava við sær her;
tí hann elskar tað og vil tí trúgvur vera,
inntil hann tað inn um perluportrið ber.
2. Eingin veit, hvat Jesus
gjøgnumgekk hin dag,
tá ið hann varð negldur
upp á krossins træ;
men, tú lítli vinur,
nettupp tí at hann
andaðist í pínu,
sál tín frelsast kann.
3. Skjótt so kemur Jesus
til at taka tey,
sum á navn hans trúgva,
heim frá synd og neyð.
Har er eingin grátur,
har er eingin sorg,
nei – øll spæla hørpu
glað í ljósins borg.

*P.W. Háberg, 1914–1984.
{Lag: Jens Guttesen, 1916–1996}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi