Sangsavnið

7167 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus, eg takki tær fyri - 4 (2)

3361%070 Jesus, eg takki tær fyri frelsu +f–c.

Jesus, eg takki tær fyri
frelsu og fullkomnan frið,
fyri tey ævigu virði,
sum tú meg signaði við.
Niðurlag: Takk fyri alt, ið tú gevur,
takk, at tú ert mær so nær,
undurfult signað meg hevur,
av sonnum eg alt fekk í tær.
2. Tíðirnar koma og fara,
lyftini fast standa tó.
Orð títt skal liva og vara
– signingarkelda so góð.
3. Tá ið mítt hjarta tað bløðir
og er av syndini sært,
takk, at tú bindur og grøðir,
sjálvur tú syndina bart.
4. Eyga mítt longu kann hóma
Staðin í dýrdini, har
sál mín í himmalsins ljóma
frígjørd skal lovsyngja tær.

*Øssur Berghamar, f. 1942.
{Lag: Øssur Berghamar}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi